- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir stjóra til Almannaráðið
Almannamálaráðið lýsir nú eftir stjóra til Almannaverkið, sum sambært lýsingini er Føroya størsta arbeiðspláss. Freistin at søkja er til 3.januar á middegi.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, misti í summar álitið á Petru Johnsdóttir Joensen, og fyrst í juli varð hon søgd úr starvinum sum stjóri fyri Almannaverkið.
Síðani hevur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, røkt stjórastarvið. Samstundis er Johnhard Klettheyggj fyribils aðalstjóri.
Eldraøkið út til kommunurnar
Í løtuni arbeiðir Almannamálaráðið við at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita 1.januar 2014.
Útleggingin er týðandi uppgáva, sum fær stórar avleiðingar fyri Almannaverkið, bæði tá mett verður um arbeiðsuppgávur og í vavi, stendur í lýsingini eftir stjóra. Treytað av, at útleggingarlóg verður samtykt í løgtinginum, fær stjórin tí eykaviðbót aftur at lønini í tvey ár.
Stjórin í Almannaverkinum fær løn eftir 39.lønarflokki í sáttmálanum hjá Tænastumannafelagnum. Tann mánaðarlønin er 53.326 kr. um mánaðin og 15 prosent í eftirløn.
1700 fólk arbeiða hjá Almannaverkinum.