- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðstevna um landbúnað
Hvussu síggja landsins mynduleikar framtíðarmenning innan landbúnað við serligum atliti til seyðahald, jarðarbrúk vm. í Føroyum, einskiljing, nýggjari matvørulóggávu og aðrar avbjóðingar innan vinnuna.
Búnaðarstovan fer at greiða frá um framtíðar avbjóðingar og um Lóg um Landsjørð, Girðingarlóg, Hagalóg.
Eisini fara Bóndafelagið og Óðalsfelagið at greiða frá um teirra virksemi og leiklut innan føroyskan landbúnað, og um hvussu limirnir meta um framtíðarútlitini.
Seyðahald og hagabit
Serkøn kunning verður um seyðahald og hagabit, umframt jarðarbrúk og hvørjir framleiðslumøguleikar eru innan landbúnað í Føroyum.
Djóralækni greiðir frá um sníkar, bruna og aðrar sjúkur hjá seyði í Føroyum og um eitt nú handfaring og fyribyrging.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan greiðir frá um slátur og reinføri, løggildingar vm., umframt nærri kunning um ætlaðu matvørulógina, sum skal setast í gildi í 2015.
Møguleikar fyri samstarvi
Hagstovan greiðir nærri frá um innflutning av landbúnaðarvørum, sum vit kundu havt framleitt í Føroyum.
Ferðaráðið greiðir frá møguleikum at skipa samstarv millum landbúnað og ferðavinnu, upplivingar og mat vm.
Fýra bóndir koma at kunna um sítt verandi virksemi, um seyðahald, røkt, slátur vm., og um hvussu teir síggja framtíðarmøguleikarnir innan hesa vinnu.
Pallborðsfundur um landbúna í Føroyum
Eisini verður skipað fyri pallborðsfund, har møguleiki er hjá luttakaraum, at seta spurningar og annars verða við til at menna eitt konstruktivt kjak um framtíðar landbúnað í Føroyum.
Ráðstevna um landbúnað í Ósáskúlanum í Klaksvík, leygardagin 11. januar 2014. Skráin er fjølbroytt.
Kelda: bondi.fo