- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kapping um sjúklingarflutning avgjørd
Kapping um sjúklingarflutning avgjørd
ABC-flutningur og Hammer Shuttle vunnu útbjóðingina um at koyri sitandi sjúklingar og fylgjarar, sum skulu uttanlands í viðgerð, á flogvøllin
06.12.2013 - 11:23
ABC-flutningur og Hammar Shuttle vunnu útbjóðingina, at koyra sitandi sjúklingar og fylgjarar, sum skulu til viðgerðar uttanlands.
Talan er fyrst og fremst um koyring millum Landssjúkrahúsið og flogvøllin. Talan er um koyring fyri upp til 700.000 krónur.
- Eg veit ikki enn hvussu nógv og hvat liggur í hesum, men vit halda, at tað fer at bera til, sigur Danny Danielsen, stjóri í ABC-flutningi við heimasíðuna ting.fo.
Danny Danielsen sigur, at sjálvt um hetta er ein uppgáva, sum er sindur øðrvísi enn nógv annað, so eru teir ómetaliga spentir uppá at fara undir hesa tænastuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV