Hægri játtan til harðskapsraktar kvinnur

Hægri játtan til harðskapsraktar kvinnur
Kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi, fáa nú betri møguleika at leita sær sálarfrøðiligari hjálp í eina tíð
Við øktu játtanini skuldi verið gjørligt hjá fleiri kvinnum at fáa fleiri viðgerðir hjá sálarfrøðingi
 
05.12.2013 - 15:29

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna, ynskir at styrkja tann partin av heildarætlanini um harðskap i parløgum og nærsambondum, sum umfatar sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur.

Hon hevur tí gjørt av at hækka játtanina til endamálið við 200.000 kr. í 2014.

 

Tørvur á peninginum

Kvinnuhúsið, sum samskipar hetta arbeiðið, hevur fingið játtan samsvarandi heildarætlanini, men tað hevur víst seg, at tørvur er á meiri pening til sálarliga viðgerð til harðskapsraktar kvinnur.

Starvsfólk í Kvinnuhúsinum og sálarfrøðingar, sum arbeiða innan hetta økið, siga, at kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi í longri tíð, hava brúk fyri sálarfrøðiligari hjálp í eina tíð, og meiri, enn tær 2-3 ferðirnar, sum heildarætlanin upprunaliga leggur upp til.

Við øktu játtanini skuldi verið gjørligt hjá fleiri kvinnum at fáa hjálp, eins og tær einstøku kvinnurnar eisini kunnu fáa fleiri viðgerðir hjá sálarfrøðingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722