Betri havnaviðurskifti í Svínoy

Betri havnaviðurskifti í Svínoy
Verjugarður og betri trygdarútbúnaður fyri 1,25 milliónir krónur
Ymsar ábøtur eru gjørdar á havnalagið við Eiðið, har onnur atløgubryggjan til ferðasambandið í Svínoy er (mynd: lv.fo)
 
05.12.2013 - 09:54

Í Svínoy hava tey fingið betri havnaviðurskifti, nú ein verjugarður og betri trygdarútbúnaður er gjørdur fyri 1,25 milliónir krónur.

Saman við Klaksvíkar kommunu hevur Landsverk gjørt ymsar ábøtur á havnalagnum við Eiðið, har onnur atløgubryggjan til ferðasambandið í Svínoy liggur, eins og ábøtur eru gjørdar við havnaløgini við bygdina.

 

Verjugarður gjørdur

Ein seks metur langur verjugarður er gjørdur úti í Glógvansurð, sum hevur til endamáls at verja uttasta partin á bryggjuni, har tað breyt og kundi gera bryggjuna rættiliga hála.

Dekkini á øllum trimum havnaløgunum í Svínoy - í Glógvansurð, í Víkini og við Eiðið - eru øll bøtt og slættaði við einum tunnum betonglagi omaná, har tað hevur verið neyðugt.

Eisini er nýggj girðing gjørd fram við bryggjukantinum við Eiðið, upplýsir Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736