Avgusturin í 3D

Avgusturin í 3D
Endamálið er at skjalfesta avgustin á pláninum, áðrenn hann varð skorin upp
Avgusturin kann snarast og sumast
 
05.12.2013 - 15:38

Avgusturin, sum varð tikin upp við Áir 26. november, varð avmyndaður 3D.

Endamálið við tí var at skjalfesta hann á pláninum, áðrenn hann varð skorin upp, til framtíðar miðlan á hvalastøðini.

 

Nýggj 3D-útgerð

Fornfrøðideildin á Fornminnissavninum hevur útvegað sær útgerð til 3D-myndir í sambandi við skráseting av økjum við fornminnum.

Henda útgerð kom væl við, nú avgusturin varð tikin upp.

Tað er sokallað "Structure From Motion" tøkni, ið verður nýtt at skapa 3D myndina.

 

Avmyndaður í endar og kantar

Tá allar myndirnar eru lagdar inn í telduforritið PhotoScan, verður eitt punktskýggj framleitt (mynd 1).

Við tríkantsrokning verður eitt net (mesh) gjørt millum punktini og at enda verður tekstururin lagdur uttaná (mynd 2)

Tilsamans verða tær mongu myndirnar til eina mynd, sum kann snarast og sumast, har hvalurin sæst 3D.

Tað er Helgi Michelsen, fornfrøðingur, sum hevur tikið myndina og sum stendur fyri menning av hesi tøkni hjá Søvnum Landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736