Atlantic Petroleum góðkent til keypsskálan í Oslo

Atlantic Petroleum góðkent til keypsskálan í Oslo
Treytin er, at felagið fyrst hevur 200 partaeigarar skrásettar í norsku virðisbrævamiðstøðini VPS, Verdipapirsentralen i Norge
Atlantic Petroleum er frammanundan skrásett í keypsskálunum í Reykjavík og Keypmannahavn
 
05.12.2013 - 09:33

Stjórnin í keypsskálanum í Oslo góðkendi í gjár, at partabrøv í Atlantic Petroleum verða skrásett á Oslo Børs.

Treytin er, at felagið fyrst hevur 200 partaeigarar skrásettar í norsku virðisbrævamiðstøðini VPS, Verdipapirsentralen i Norge.

Samstundis sum partabrøv í Atlantic Petroleum nú eisini kunnu seljast og keypast í norska keypsskálanum, hevur felagið lýst eina millión og 575.000 nýggj partabrøv til sølu.

Hetta skal geva felagnum 150 til 200 mió. kr. í nýggjum kapitali. Atlantic Petroleum hevur stórar ætlanir um at leita eftir olju í norska landgrunninum og heldur tað vera hóskandi at hækka kapitalin og skráseta felagið í Norra.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946