Trý ár síðani Faroe Seafood fór av knóranum

Trý ár síðani Faroe Seafood fór av knóranum
Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri, sigur, at trotabúgvið hevur pengar til øll góðkend lønarkrøv móti búnum og nakað afturat
Í dag eru trý ár liðin, síðani fiskivinnusamtakið Faroe Seafood fór av knóranum
 
03.12.2013 - 11:46

 

Skal Landsrætturin ikki viðgera lønarkrøv móti trotabúnum, fer helst at bera til at enda trotabúgvið Faroe Seafood fyri 1. juli næsta ár.

Í dag eru trý ár, síðani fiskivinnusamtakið Faroe Seafood fór av knóranum.

Annar bústjórin, Eyðfinnur Jacobsen, sigur, at trotabúgvið hevur pengar til øll góðkend lønarkrøv móti búnum og nakað afturat.

 

Handverkari fekk viðhald

Í farnu viku fekk ein handverkari, sum arbeiddi hjá Faroe Seafood, partvíst viðhald í Føroya rætti í kravi sínum um uppsagnarløn frá trotabúnum.

Um trotabúgvið ikki fer í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti, fer væntandi at bera til at enda trotabúgvið í fyrra hálvári næsta ár, sigur Eyðfinnur Jacobsen.

 

Skjóta dómin inn fyri Landsrættin

Sakførarin hjá handverkaranum sigur, at teir fara ikki at skjóta dómin inn fyri Landsrættin. Trotabúgvið hevur ikki tikið støðu enn.

Næsti skiftafundur um Faroe Seafood verður í Skiftirættinum týsdagin í næstu viku.

Samstundis sum Faroe Seafood fór, fór eisini Faroe Fish II, sum átti skipini, sum fiskaðu til Faroe Seafood. Tað trotabúgvið er langt síðani endað.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946