- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vatnið úr krananum skal vera reint
Í seinasta lagi um knappliga tvey ár, tann 1. november í 2015, skal øll vatnveiting í Føroyum vera løggild. Tó hava bygdir, har sum færri enn 100 fólk búgva, freist til 1. november 2017. Kunngerðin, sum skal tryggja øllum reint vatn, er komin í gildi.
Fólk hava fullan rætt at krevja, at vatnið, sum rennur úr krananum, er reint. Og tey, sum keypa matvørur úr Føroyum, eiga at hava fult álít á, at reint vatn er brúkt, tá vøran er gjørd. Tað heldur Vinnumálaráðið, sum nú hevur lýst kunngerðina um reint vatn.
Samstundis er ES-fráboðanin frá 1998 um reint drekkivatn sett í gildi í Føroyum.
Alneyðugar ásetingar
Higartil hava føroyskir útflytarar ikki kunnað prógvað fyri sínum keyparum, at reint vatn er brúkt til at virka fiskin, sum verður keyptur úr Føroyum.
Tí er alneyðugt at áseta reglur um reint vatn, boðar Vinnumálaráðið frá. Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur nýggju reglurnar, letur løggildingar og hevur eftirlit við vatnveitingarskipanum.
Longu nú eru 94 prosent av drekkivatninum í Føroyum reinsað. Tað fer tí ikki at kosta so nógv hjá landinum at koma upp í 100 prosent. Men hjá kommunum ella øðrum, sum nú noyðast at fáa sína vatnveiting í rættlag, kann talan gerast um eina ávísa útreiðslu.
Smáu kommunurnar fáa undantak
Í flestu smáu kommununum eru tó ikki matvøruvirki, sum útflyta. Tí fáa tær longri tíð enn hinar kommunurnar at gera eftir kunngerðini, sum er á veg, sigur Vinnumálaráðið.
Átta ár eru liðin, síðani farið varð undir at gera kunngerðina um reint vant.