- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslingin longd
Varðhaldsfongslingin longd
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, skal sita í varðhaldi í tríggjar vikur aftrat
02.12.2013 - 10:37
Varðhaldsfongslingin hjá 18 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli, er enn eina ferð longd, hesa ferð til 20. desember.
Ungi maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk, hevur verið í varðhaldi síðani 14. juli, tá hann varð tikin og varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring.
Varðhaldsfongslingin er síðani longd fýra ferðir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV