Umboðsmaðurin verður eisini barna- og ungdómsumboð

Umboðsmaðurin verður eisini barna- og ungdómsumboð
Formansskapurin hevur skotið upp, at heimildirnar hjá løgtingsins umboðsmanni eisini skulu fevna um privatar stovnar, sum varða av børnum
Løgtingsins umboðsmaðurin verður nú eisini barna- og ungdómsumboð
 
02.12.2013 - 10:00

Løgtingsins umboðsmaður verður nú eisini barna- og ungdómsumboð.

Formansskapurin hevur skotið upp fyri tinginum at víðka heimildirnar hjá umboðsmanninum til eisini at fevna um privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum. Sett verður beinleiðis í lógina, at umboðsmaðurin skal tryggja og hava eftirlit við, at ST-barnasáttmálin verður settur í gildi, og hava eftirlit við barnarættindum, sum eru ásett í føroyskari lóg, til tess at lúka skyldurnar í sáttmálanum.

Heimild at vitja privatar stovnar og fosturheim

Týdningarmesta broytingin er, at umboðsmaðurin fær heimild at vitja privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum. Hetta er eitt nú galdandi fyri frískúlar, privatar bú- og umlættingarstovnar og fosturfamiljur, sambært barnaverndarlógini.

At víðka arbeiðsøkið hjá umboðsmanninum verður mett at kosta eina millión krónur næsta ár og 950.000 kr. í 2015 og næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722