Norskt frystilínuskip avloysir Klakk

Norskt frystilínuskip avloysir Klakk
Líggjas og Bethuel Johannesen hava saman við Kósini keypt norska frystilínuskipið Urvaag
Urvaag kemur í føroyska flotan fyri línuskipið Klakk
Mynd: www.skipsfarts-forum.net  
 
02.12.2013 - 14:42

Norska línuskipið, Urvaag, kemur í flotan fyri Klakk, sum ikki longur er tíðarhóskandi. Tað skrivar Norðlýsið. Urvaag, sum er smíðaður í 1989, hevur góða frystiorku.

Skipið verður yvirtikið komandi vikuskifti, og tá skulu onkrar broytingar gerast umborð.

Skipið kemur til Føroya tíðliga í januar, og fer eftir æltan til fiskiskap hálvan januar. Manningin, sum í løtuni er við Klakki, fer umborð á nýggja skipið.

Reiðararnir vilja ikki upplýsa, hvat Urvaag kostar, men tá skipið er klárt at fara til fiskiskap hálvan januar, fer tað at standa teimum í 20 - 25 miljónum krónum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946