- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður skotin og dripin í Íslandi
Íslendski politimeistarin og stjórin fyri løgregluna í Reykjavík hildu fyrrapartin tíðindafund um skottilburðin í Reykjavík tíðliga í morgin, tá ein 58 ára gamal maður varð skotin til deyðis.
Íslendski politimeistarin, Haraldur Johannessen, greiddi á tíðindafundinum frá, at 58 ára gamli maðurin hevði víðgirt seg inni í íbúð síni í eysturbýnum í Reykjavík, og hevði latið fleiri skot av.
Maðurin skeyt frá hond
Tað var klokkan trý í nátt, at løgreglan varð boðsend á staðið, og royndi at koma inn í íbúðina.
Men maðurin skeyt við høglbyrsu eftir løgregluni gjøgnum hurðina.
Tá varð gjørt av at flyta burtur allar íbúgvar í íbúðarhúsinum.
Skutu við táragassi
Klokkan seks í morgun varð avgerð tikin um at skjótast skuldi við táragassi inn í íbúðina. Men maðurin svaraði aftur við at skjóta út gjøgnum vindeygað í íbúðini. Ivasamt var, um táragassið hevði virkaði, sum ætlað.
Løgreglufólk vórðu tí send inn í íbúðina eftir manninum. Tá lat hann nøkur skot av móti løgregluni og rakti ein teirra. Løgreglan svaraði aftur við at skjóta soleiðis at maðurin varð særdur.
Hann var í stundini fluttur á skaðastovuna. Seinni varð staðfest, at maðurin varð deyður av løstunum frá skotunum.
Bóru seg rætt at
Tveir løgreglumenn fingu skaða í atsóknini, men ikki álvarsligar løstir.
Sambært Haraldi Johannessen, politimeistara í Íslandi, gjørdi løgreglan tað, sum rættast var í hesi støðu, og reglurnar fyri slíkar støður vórðu hildnar.