- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjóðar út oljuveitingina
Landssjúkrahúsið bjóðar nú út oljuveitingina til bygningar hjá Landssjúkrahúsinum og til bilar hjá sjúkrahúsinum.
Oljunýtslan hjá Landssjúkrahúsinum í fjør var góðar ein millión litrar, og í sethúsunum, sum hoyra til sjúkrahúsið, var nýtslan góðar 7.000 litar tilsamans.
Ójavnt er, hvussu nógva olju bilarnir nýta, men í fjør varð diesel-olja keypt fyri 325.000 kr.
Kanna alternativar orkukeldur
Landssjúkrahúsið ger vart við, at tað støðugt kannar alternativar orkukeldur.
Møguleiki er eisini fyri, at sethúsini kunnu verða seld í avtalutíðarskeiðnum.
Freistin at bjóða upp á oljuveitingina til Landssjúkrahúsið er 16. desember.
Lýsa á keypsportalinum
1. oktober kom í gildi rundskriv um keypsportal hjá tí almenna.
Keypsportalurin er alment kunngerðarstað, har almennir stovnar kunnu lýsa við útboðum, og veitarar kunnu halda seg dagførdar um útboð.
Allar vørur og tænastur, sum tað almenna keypir, skulu bjóðast út. Við ávísum undantøkum skulu øll keyp oman fyri 50.000 kr. uttan mvg bjóðast út.