Tollfrí søla kann geva bíligari ferðaseðlar

Tollfrí søla kann geva bíligari ferðaseðlar
Fimm hava givið tilboð at reka tollfríu søluna og matstovuna á flogvøllinum, tá nýggja farstøðin verður tikin í nýtslu
 
29.11.2013 - 12:41

Vága Floghavn hevur fingið fimm tilboð at reka tollfríu søluna og matsøluna á flogvøllinum, tá nýggja komuhøllin verður tikin í nýtslu 1. mai. Í heyst varð lýst eftir áhugaðum at reka matsøluna og tollfríu søluna.

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at nógvir fyrispurningar vóru, men tá avtornaði komu fimm tilboð tilsamans. Leiðslan fyri Vága Floghavn viðger í løtuni uppskotini, og helst í næstu viku verður avgerð tikin um, hvør fer at røkja tann partin av virkseminum.

Síðani í 2008 hevur tollfrí søla verið á flogvøllinum, og øll árini hevur Atlantsflog havt søluna. Tað hevur givið felagnum fitt av inntøkum. Hvussu verður í framtíðini er ikki greitt, men Jákup Sverri Kass sigur, at tað hevði verið gott ískoyti hjá Vága Floghavn, at tey sjálvi røktu tann partin av virkseminum.

Sølan gevur nógv

Hann vísir á, at tollfría sølan gevur væl av pengum. Tað er bíligt at keypa, tí Føroyar eru uttan fyri ES, og noyðast ikki at nýta tær mannagongdir, sum fyritøkur í ES hava. Og tað vísir seg, at føroyingar keypa nógv av tollfríum vørum. Ein uppgerð vísir, at føroyingar keypa triðmest av tollfríum vørum í floghavnini í Kastrup.

Tá nýggja komuhøllin er liðug, verða munandi betri møguleikar at veita tænastu við tollfríum vørum, og tí fara fólk uttan iva at keypa meir í Føroyum. Samanlagt skuldi tað givið betri grundarlag fyri nýggja bygninginum og rakstrinum av Vága Floghavn, sigur Jákup Sverri Kass.

Tað liggur eisini í kortunum, at fær Vága Floghavn størri inntøkur av handli og sølu, so fara tænastugjøldini at lækka. Í løtuni er avgjaldið fyri hvørt ferðafólk 182 kr.

Bíligari ferðaseðlar

Gerast inntøkurnar frá øðrum virksemi størri, ber til at lækka avgjaldið, og tað skuldi so aftur havt við sær, at ferðaseðlaprísurin fer at lækka, sigur Jákup Sverri Kass. Vága Floghavn er alment partafelag, og hevur einki krav um stórt avlop, men at virksemið hvílir í sær sjálvum.

Hvussu verður við tollfríu søluni og matsøluni í framtíðini, umrøður nevndin í løtuni, og í næstum fara nevndin og stjórin at avgera, hvussu tann parturin skal røkjast í framtíðini, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.

 

 

Sum nú er,

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722