Politiið byggir í Hoyvík

Politiið byggir í Hoyvík
Talan er um eina fyribils politistøð, sum verður sett upp í modulum
 
29.11.2013 - 09:10

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldi einmælt at geva politinum byggiloyvi til eina nýggja politistøð við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Talan er um eina fyribils politistøð, sum verður sett upp í modulum. Søkt var um ein bygning, ið skal standa í 5 ár.

Av tí at bygningurin ikki lýkur byggitreytirnar fyri økið, skuldi býráðið geva frávik frá ásetingunum fyri økið.

Nýggja politistøðin á Karlamagnusarbreyt verður í trimum hæddum har hvør hæddin verður 810 fermetrar. Húsið verður formað sum ein U-bygningur við móttøku út móti Karlamagnusarbreyt og einum bilagarði við útkoyring móti Myllutjørn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722