- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kann talgildingin í Kringvarpinum byrja
Nú kann Kringvarpið taka fyrsta stigið at bjarga bandasavninum. Løgtingið hevur í dag endaliga samtykt at játta 800.000 krónur at talgilda bandasavnið. Játtanin skal nýtast at keypa tól, sum skal talgilda bondini í útvarpssavninum.
Kostnaðurin fyri upptøkutólið liggur um 500.000 kr. Harafturat skulu verandi tól hjá Kringvarpinum uppstigast og umvælast fyri 200.000 kr. Eisini verður neyðugt at útvega forrit og skannarar at skanna skjøl, sum tey fyrstu tíðindini eru skrivað á, fyri einar 100.000 kr.
Samstarv
Arbeiðið verður skipað í samstarvi millum ALS, Kringvarpið og Almannaverkið, og Søvn Landsins stýra verkætlanini.
Mentamálaráðið sigur, at tá verkætlanin er farin at virka, verður støða tikin til, hvussu sjónvarpsbondini eisini verða talgild og varðveitt á tryggan hátt.