- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin á Sundi kann ikki nýtast
Havnin á Sundi kann ikki nýtast
Ymsar verðurforsagnir gera, at tað er torført at gera av, hvussu farast skal fram, sigur skiparin á Smyrli
28.11.2013 - 15:42
Havnin á Sundi kann ikki nýtast, um Smyril ikki sleppur at bryggju Havn.
Smyril royndi havnina á Sundi í morgun, men molin á Sundi er alt ov stuttur til, at skipið kann liggja trygt í illveðri, sigur skiparin á Smyrli, Niels Harald Michelsen.
Bryggjan á Sundi er 65 metrar long, meðan Smyril er 134 metrar langur.
Ymsar veðurforsagnir
Aðrar havnir verða umrøddar, og tær eru eisini við í metingunum. Men ymsar veðurforsagnir gera, at tað er sera torført at avgera, hvussu farast skal fram, sigur skiparin á Smyrli.
Niels Harald Michelsen vísir á, at av tí at veðurforsøgnin er ymisk og sera vánalig í nátt og fyrrapartin, boðaði Strandferðslan í dag frá, at fólk, sum skulu vera norðanfjørðs í morgin, áttu at fara við Smyrli seinnapartin í dag.
- Tað er vónleyst at tryggja fólki, at siglt verður, sigur Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV