- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskar kvinnur liva longst í Norðurlondum
Føroyskar kvinnur liva longst í Norðurlondum
Síðani 1990 er væntaði livaldurin hjá monnum í Føroyum hækkaður 6,5 ár og hjá kvinnum 4,3 ár
28.11.2013 - 10:04
Føroyskar kvinnur kunnu í miðal vænta at liva í 84,6 ár, og tað er hægsti livialdur í Norðurlondum, vísa nýggjastu tølini úr norðurlendsku hagtalsárbókini 2013.
Næstar føroysku kvinnunum eru kvinnurnar í Álandi, sum eisini kunnu vænta at gerast í miðal eldri enn 84 ár, tó tey tølini eru frá 2010.
Menninir í Føroyum kunnu í miðal vænta at gerast 79,6 ára gamlir, men álendskir, íslendskir og svenskir menn kunnu vænta at liva longur. Síðani 1990 er væntaði livaldurin hjá monnum í Føroyum hækkaður 6,5 ár og hjá kvinnum 4,3 ár.
Norðurlendska Hagtalsárbókin fyri 2013 kom út í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV