- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjónvarpsbrot um avgustin fer um allan heimin
Sjónvarpsbrotið við deyða avgustinum, ið brestur á planinum á hvlastøðini við Aír, tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur hjá Náttúrgripasavninum setur hol á, fer sum eldur kring heimin.
Upptøkan, sum Kringvarpið Føroya gjørdi við Áir í gjár, er sædd av fleiri túsund fólkum. Brotið setti met á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Í gjárkvøldið høvdu meira 100.000 verið á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og sæð sjónvarpsbrotið um avgustin, sum brast.
Eisini í útlondum er sjónvarpsbrotið komið víða. Á Live-Leak.com hava meira enn 206.000 fólk sæð brotið, og tað er deilt víðari meira enn 110.000 ferðir.
Fotografurin hjá Kringvarpinum, Bjarki Thomsen, tók myndirnar við Áir í gjár.