- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havsbrún fær eina fóðurgoymslu afturat
Fóðurframleiðslan í Fuglafirði veksur, tað sama ger útflutningurin, og tí hevur Havsbrún brúk fyri at byggja eina fóðurgoymslu aftrat teimum báðum, sum eru har frammanundan.
Herfyri samtykti býráðið at geva Havsbrún byggiloyvi og at gera økið byggibúgvið, sum fóðurgoymslan skal byggjast á. Arbeiðið verður metta at kosta 15 milliónir krónur, m.a. tí at bryggjukantur skal gerast frammanfyri, so skip fáa lagt at.
10 mió. kr í ár og næsta ár
Kommunan fíggjar íløguna við fimm milliónum krónum í ár og fimm milliónum næsta ár. Haraftrat verður avtala gjørd við Havsbrún og Bergfrost um í fyrstu syftu at fíggja tær fimm milliónirnar, ið eftir eru.
- Neyðugt er at gera hesa íløguna, tí nøgdin av fóðuri, ið verður útflutt, er nógv vaksin, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði. Í 2001 vóru 20.000 tons útflutt, og nú er árligi útflutningurin komin uppá 100.000 tons.