- Tíðindi, mentan og ítróttur
Iran: Obama roynir at sissa Netanyahu
Amerikanski forsetin, Barack Obama, hevði í gjárkvøldið telefonsamrøðu við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu, um atomavtaluna, sum seks stórveldi gjørdu við Iran sunnunáttina, upplýsa Hvítu Húsini í Washington.
Ísrael sigur, at avtalan er eitt søguligt mistak.
- Forsetin segði Netanyahu, at hann vil, at USA og Ísrael skjótast til ber fara undir samráðingar, í eini roynd at fáa eina samlaða loysn um kjarnorkuna í Iran, sigur ein talsmaður fyri Hvítu Húsini.
Viðurskiftini óbroytt
Obama vissaði ísrealska forsetan um, at viðurskiftini millum USA og Ísrael verða óbroytt. Obama segði seg skilja, at ísraelsmenn eru ivasamir um avtaluna við Iran. Talsmaðurin sigur, at báðir leiðararnir hava sum felags mál, at forðað verður fyri, at Iran fær kjarnorkuvápn.
Fyrr í gjár segði Netanyahu, at Ísrael er ikki bundið av avtaluni.
Eftir stjórnarfundin segði ísraelski forsætisráðharrin, at heimurin er vorðin ótryggari, tí vandamiklasta land í heiminum hevur tikið eitt álvarsamt stig móti at fáa vandamiklasta vápn í heiminum, ávaraði hann.