Noreg eigur heimsmeistarin í talvi

Noreg eigur heimsmeistarin í talvi
Magnus Carlsen úr Noreg hevur vunnið á Viswanathan Andand, og er har við nýggjur heimsmeistari í talvi
Mynd: nrk.no  
 
22.11.2013 - 15:05
Magnus Carlsen var frammanfyri 6-3, áðrenn hann og Andand settust við borðið í dag, og tí var nokk við javnleiki fyri at tryggja sær heimsmeitaraheitið.
 
Talvið í dag endaði við javnleiki, og tí vann Magnus Carlsen samanlagt 6,5-3,5 á Andand.
 
Meðan teir telvaðu, reisti Andand seg fleiri ferðir og gekk sær ein túr, meðan hann hugsaði um næsta leik. Magnus Carlsen bleiv sitandi, og sá róligur út, meðan hann hugsaði.
 
Tað eydnaðist eisini hjá Magnus Carlsen við offensivum spæli at trýsta fólki hjá Andand aftur. Til síðst mátti Andand geva upp og taka til takkar við remis.
 
Sigurin hjá Magnusi er upp á nógvar mátar søguligur. Ikki síðani 1910, tá Emaunel Lasker vardi HM-heiti, hevur nakar vunnið ein HM dyst upp á bara 10 umfør.
 
Undan hesum dystinum hevði Viswanathan Andand vunnið HM-heitið fimm ferðir. Hann hevur verið HM-meistari síðan 2007. Nú eigur Noreg heiðurin.
 
22 ára gamli Magnus Carlsen er yngsti heimsmeistari í talvi nakrantíð. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949