Lønarseðlar krevja Mína Boks

Lønarseðlar krevja Mína Boks
Netmiðlan verður stongd á nýggjárinum, og vil tú hava lønarseðil, noyðist tú at fáa tær Mína Boks. Neyðugt er tó ikki við netbanka
 
22.11.2013 - 11:18

Ert tú alment starvsfólk og vil síggja lønarseðilin eftir 1. januar, noyðist tú fáa tær Mína Boks. Tað boðar Føroya Gjaldstova frá.

Allir lønarseðlar hjá almennum starvsfólki hava higartil verið tøkir í talgildu postkassaskipanini Netmiðluni. Men Gjaldstovan boðar nú frá, at 31. desember í ár verður Netmiðlan stongd. Tá mugu almenn starvsfólk hava fingið sær Mína Boks, vilja tey hava lønarseðlar.

Ikki neyðugt at hava netbanka

Samstundis verður lættari at rita inn í Mína Boks. Elektron ger eitt nýtt innrit til Mína Boks saman við Gjaldstovuni, Taks og Tórshavnar kommunu. Nýggja innritingarskipanin hevur við sær, at tær nýtist ikki at hava netbanka fyri at rita inn. Nýggja innritið verður klárt í januar 2014, sigur Elektron.

Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni, sigur, at Gjaldstovan hevur kravt nýtt innrit, um Mín Boks skal taka yvir leiklutin, sum Netmiðlan hevur havt. Gjaldstovan heldur ikki, at tað er nóg góð tænasta, at bara tey, sum hava netbanka, kunnu rita inn í Mína Boks. Mín Boks hevur verið virkin í eina tíð, og higartil hava 7.300 fólk skrásett seg sum brúkarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722