- Tíðindi, mentan og ítróttur
Siga nei til rúsdrekkakoyring
Flestu føroyingar taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring, og teir høvdu roynt at forðað øðrum í at koyra ávirkað.
Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd, nú ein nýggj gallupkanning er gjørd um evnið.
Í kanningini eru føroyingar spurdir um, um teir høvdu roynt at forðað einum persóni at koyra bil, um tað sást, at viðkomandi hevði drukkið og var ávirkaður.
82 prosent
Kanningin vísir, at 82 prosent av føroyingum heilt vist høvdu roynt at forðað tí. 13 prosent siga, at tey kanska høvdu roynt at forðað tí, og bert eitt prosent siga, at tey ikki høvdu lagt seg út í tað.
Fýra av fimm føroyingum høvdu sostatt roynt at forðað øðrum at koyra við ov høgari promillu. Ráðið fyri ferðslutrygd tulkar hetta úrslitið sum, at ein munandi partur av føroyingum tekur frástøðu frá rúsdrekkakoyring, men kortini er ein lítil partur, sum ikki heldur seg hava skyldu at forða tí.
Tey yngru taka frástøðu
Kanningin vísir eisini, at tað eru tey yngru, sum í mestan mun taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring. Í aldursbýtinum er greitt, at eldru ættarliðini í minni mun vilja leggja seg út í málið enn tey yngru.
Millum føroyingar sum eru 60 ár og eldri, svara 74 prosent játtandi, og millum tey 25-39 ára gomlu eru 89 prosent, sum heilt vist høvdu forðað sínum medmenniskjum at koyra við ov høgari promillu.
Ráðið fyri Ferðslutrygd skrivar, at hetta stuðlar undir varhugan av, at hugburðurin til rúsdrekka er munandi broyttur seinnu árini, og at fólk í størri mun taka frástøðu frá rúsdrekkakoyring.
Kanningin er gjørd í samband við átakið hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sum kallast ’Vinir lova ikki vinum at koyra skít’. Átakið endar 13. desember.