50.000 tons av uppsjóvarfiski á goymslu

50.000 tons av uppsjóvarfiski á goymslu
At ES-marknaðurin er stongdur elvir til stórar trupulleikar. Prísurin er eisini nógv lækkaður
 
21.11.2013 - 09:48

Okkurt bendir á, at ES-bannið hevur ávirkan á, hvussu gongst at sleppa av við makrelin. Í øllum førum eru goymslurnar í Føroyum á tremur við uppsjóvarfiski.

Vágaportalurin metir, at eini 50.000 tons liggja á goymslu, og at nettoprísurin er lækkaður eini 20 prosent.

- Vit hava fingið lægri søluprís, og farmaprísurin er farin upp, so tað, sum eftir er, er eini 20 prosent minni, sigur Eyðun Rasmussen, reiðari á Norðborg og Christiani í Grótinum, við VP.fo

Reiðarin viðgongur, at tað hevur elvt til høvuðbrýggj, at ES-marknaðurin er stongdur.

- Nýggjar rutur skulu finnast, nýggjar mannagongdir skipast, og tað hevur givið sølufólkunum nógv stríð og strev, sigur Eyðun Rasmussen við VP.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946