- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj kunngerð skal tryggja húsakeyp
Kunngerðin til brúkaravendarlógina, sum skal tryggja húsakeyparar og seljarar, tá fjald brek eru í húsum, verður væntandi liðug í mai næsta ár.
Brúkaraverndarlógin hevur verið í gildi í tvey ár, men hon riggar ikki til fulnar, fyrr enn kunngerðirnar eru settar í gildi, sigur Jógvan Svabo Samuelsen, fulltrúi á løgmansskrivstovuni.
Seljarin rindar
Eftir galdandi lóg noyðist seljarin at rinda rokningina, verður eitt fjalt brek staðfest - eitt vrek, sum hvørki seljari ella keypari varnaðust áðrenn, húsini vórðu seld. Kunngerðin, sum væntandi kemur í gildið í mai, fer at hava við sær, at ein bústaðarlýsing skal gerast av einum byggiserkønum, áðrenn hús verða seld.
Aftra seg
Ráðgevarafelagið hevur gjørt vart við, at byggiserkønir aftra seg við at gera bústaðarlýsingar, tí teir óttast fyri at ábyrgjast persónliga, um fjald brek vísa seg at verða í húsunum.
Men tey, sum longu hava keypt eitt hús við breki, verða ikki fevnd av nýggju kunngerðini.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum