Útgerð í brunnbát fyri 54 mió. kr.

Útgerð í brunnbát fyri 54 mió. kr.
Hans á Bakka verður millum heimsins mest framkomnu brunnbátar. Hann skal verða liðugura vári í 2015
 
19.11.2013 - 08:15

Bakkafrost hevur skrivað sáttmála við Rolls Royce um allan útbúnaðin til nýggja brunnbátin hjá alifyritøkuni. Sáttmálin er 54 milliónir kr.

Brunnbáturin verður útgjørdur við nýggjastu tøknini, og verður millum heimsins mest framkomnu brunnbátar. Hann verður 3.250 bruttutons, 75 metrar langur og hevur brunnar, ið rúma 3.000 rúmmetrar.

Nýggi brunnbáturin hevur sergjørda skipan, har allur sjógvurin umborð verður re-sirkuleraður og sóttreinsaður, áðrenn hann verður leiddur út.

450 tons av livandi laksi

Báturin kann flyta 450 tons av livandi laksi. Brunnbáturin skal kallast upp eftir Hans á Bakka, sála, sum saman við bróðurinum, Roland Jacobsen, setti Bakkafrost á stovn í 1968.

Tersan skipasmiðjan í Turkalandi, sum skal smíða. Hans á Bakka skal verður liðugur á vári í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722