- Tíðindi, mentan og ítróttur
NEAFC: Eingin niðurstøða um makrel og sild
Ársfundurin í NEAFC, sum var í London í farnu viku, gjørdi onga niðurstøðu um fiskiskapin eftir makreli, sild og norðhavssild í altjóða sjógvi, tí samráðingarnar ímillum strandarlondini eru ikki lidnar.
NEAFC er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, og tekur sær einamest av fiskiskapi í altjóða sjógvi.
Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd, saman við ES, Íslandi, Noregi og Ruslandi um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.
Ársfundurin hesu ferð viðgjørdi m.a. fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir svartkjafti, norðhavssild og makreli, fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum og norðanfyri, djúphavsfiskiskap, umframt økisfriðingar í altjóða sjógvi.
Kongafiskur og búrfiskur
Avgjørt var at halda fram við verandi semju um fiskiskap eftir kongafiski og búrfiski. Av tí at strandarlandasamráðingarnar um makrel, sild og norðhavssild ikki eru lidnar, var ongin niðurstøða gjørd um fiskiskap eftir hesum fiskisløgum í altjóða sjógvi.
Ársfundurin viðgjørdi eisini mál um fiskiveiðieftirlit, fíggjar- og umsitingarmál, veiðihagtøl, umframt samstarv við aðrar økisfelagsskapir.
Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkistænastuna, Fiskimálaráðið, Sendistovu Føroya í London, Havstovuna, Vørn, Føroya Reiðarafelag og Thor.