- Tíðindi, mentan og ítróttur
TF Holding ein stjóra afturat
TF Holding hevur fingið ein stjóra afturat.
Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, verður eisini forstjóri í TF Holding. Regin Hammer, hedur fram sum stjóri í TF Holdning og sum forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.
- Alsamt vaksandi virksemið hjá TF Holdnig á fíggingar- og tryggingarmarknaðinum hevur við sær, at tørvurr er á eini breiðari leiðslu, stendur í tíðindaskrivi.
Eiga 70 prosent av bankanum
Longu tá TF Holding á vári 2011 keypti 70 prosent av partapeninginum í Eik Banka frá Fìggjarligum Støðufesti var greitt, at virkisøkið hjá samtakinum, sum einamest hevði fingist við trygginar, fór at broytast munandi.
- Í samtakinum fer Súni Schwartz Jacobsen at hava fíggingar- og íløguvirksemi sum høvuðsøki. Harumframt fær hann yvirskipaðu leiðsluna og eitt nú ábyrgdina av samtaksroknskapinum.
Skaða og lívstrygginarvirksemið verður framvegis høvuðsøkið hjá Regini Hammer, eins og hann fær ábyrgdina av váðastýringini í samtakinum.