Einki C, X og W

Einki C, X og W
C, X og W verða ikki tiknir við í føroyska stavraðið. Tað hevur Málráðið avgjørt.
 
15.11.2013 - 16:32

Á fundi mikudagin samtykti Málráðið við átta atkvøðum fyri og trimum ímóti at varðveita føroyska stavraðið óbroytt.

Grundgevingarnar at varðveita verandi stavrað eru, at tað hevur drúgva siðvenju á baki. Tað hevur í høvuðsheitum verið óbroytt, síðani V. U. Hammershaimb sett sítt stavsetingaruppskot fram í 1846.

- At tikið fleiri stavir fyri sama ljóðvirði inn í stavraðið hevði gjørt stavsetingina torførari, sigur Málráðið, sum heldur, at møguligar broytingar heldur eiga at miða ímóti at gera stavsetingina lættari.

- Verða eitt nú c, x og w tiknir inn í stavraðið, kann tað skapa óneyðuga stóran iva hjá skúlanæmingum og almenningi, nær ið teir skulu brúkast, tí teir hava ikki egið, sjálvstøðugt ljóðvirði í føroyskum, heldur meirilutin í Málráðnum.

Hóast c, w og x ikki sleppa við í stavraðið á hesum sinni, so hevur Málráðið einki ímóti, at vit tala og nýta útlendsku bókstavirnar í orðum, sum longu finnast í málinum. Eitt nú c-vitaminir, c-mol, at skriva internetadressur við www ella at brúka x í orðum sum marxisma og sex.

Fremmandu stavirnir síggjast millum annað í fremmandum orðum og vøruheitum, nøvnum og øðrum.

- Tað, at hesi útlendsku nøvn, heiti og orð verða brúkt í føroyskum, ger ikki, at fremmandu stavirnir nýtast ella eiga at gerast partur av stavraðnum, skrivar Málráðið víðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Hósdag 2. januar
RagnarRokk 2.januar 2025
184018
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722