Atlantsflog flýgur aftur til Stansted

Atlantsflog flýgur aftur til Stansted
Atlantsflog fer nú aftur at flúgva til Stansted í summar heldur enn til Gatwick
 
15.11.2013 - 13:16

Atlantsflog skifti annars floghavn í London frá Stanstead til Gatwick fyri nøkrum árum síðani. Men nú fer flogfelagið aftur at flúgva til Stansted.

Tað váttar Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi.

Magni Arge sigur, at orsøkin til at flogfelagið nú aftur fer at flýgva til Standsted er, at tað er bíligari, og teinurin er styttri at flúgva. Og Atlantsflog fekk ikki tað burtur úr at skifta frá Stansted til Gatwich, sum felagið hevði væntað.

Tá Atlantsflog byrjaði at flúgva til Gatwich, var mett, at fyrimunirnir við at flúgva til Gatwich vóru at floghavnin liggur sunnan fyri London, hevur beinleiðis toksamband inn til London, og hevur fleiri handlar og tænastur. Men tað er ikki hent.

 

Liggur betur fyri

Umleið helvtin av ferðafólkunum, sum flúgva millum Vágar og London, eru bretar. Magni Arge heldur, at Stansted liggur betur fyri enn Gatwich í mun til at fáa enn fleiri bretar at flúgva til Føroyar. 

Stjórin á Standsted floghavn, Andrew Harrison, fegnast um, at Atlantsflog aftur fer at flýgva til flogvøllin norðan fyri London. Við tíðindaportalin EADT24 sigur hann, at hann væntar, at flogrutan verður væl umtókt, og at flogvøllurin í Stansted fer at gera sítt fyri at tryggja, at so verður.

Altantsflog fer at flýgva til London tvær ferðir um vikuna frá 6. juni til 25 august 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119