- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórt ísfjall til vanda fyri skipaferðsluna
Stórt ísfjall til vanda fyri skipaferðsluna
Eitt 700 ferkilomterar stórt ísfjall í Suðuratlantshavi kann gerast vandamikið fyri skipaferðluna. Tí skulu bretskir granskarar fylgja ísfjallinum
14.11.2013 - 15:54
Eitt so stórt ísfjall kann vera til vanda í eitt ár ella so, til tað er bránað.
Granskarar í Southampton skulu fylgja ísfjallinum, fyri at fáa greiðu á, hvussu ísfjøll ferðast við streyminum.
Haraftrat skulu granskararnir kanna, hvussu feksvatnið ávirkar sjógvin, so hvørt sum ísfjallið bráðnar.
Granskarar siga seg ikki ivast í, at ísfjøllini fara at gerast fleiri, so hvørt sum jørðin hitnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV