Semja í makrel- og sildatrætuni fyri jól

Semja í makrel- og sildatrætuni fyri jól
Norski fiskimálaráðharran, Elisabeth Aspaker, vónar at finna eina semju í makrel- og sildatrætuni fyri jól
 
13.11.2013 - 09:47

Norski fiskimálaráðharran, Elisabeth Aspaker, er bjartskygd um útlitini til at finna eina semju í makrel- og sildatrætuni.

Semja verður fyri jól, sigur hon við norsku tíðindastovuna NTB, eftir fund við ES-fiskivinnukommiserin Mariu Damanaki mánadagin.

Elisabeth Aspaker sigur, at makrelmálið hevur hægstu raðfesting, og at samráðingarfólkini frá ymisku strandalondunum fara komandi vikurnar at royna at finna eitt samráðingarúrslit, sum gjarna fyriliggur fyri jól.

Noreg hevur, eins og ES, sett handilsforboð móti føroyskum fiskavørum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946