Rættarmálið móti Mursi útsett

Rættarmálið móti Mursi útsett
Dómarin avgjørdi at útseta málið, tá onnur ákærd fóru at rópa rakstrarróp í rættarhølinum
 
04.11.2013 - 11:19

Rættarmálið móti fyrrverandi egyptiska forsetanum, Mohammed Mursi, er vorðin ein glantrileikur. Stutt eftir, at hoyringin í rættarhølinum byrjaði, noyddist dómarin at bróta rættarmálið av, tí 14 onnur fólk, sum eru eisini eru ákærd, fóru at rópa rakstrarróp, sigur almenna egyptiska sjónvarpið.

Rættarmáliå verður tikið uppaftur 8. januar, og tá verður tað flutt til Tora-fongslið í Kairo, skrivar Reuters. Áðrenn rættarfundurin varð slitin, segði Mohammed Mursi, at hann er rættvísi, politiski leiðarin í Egyptalandi.

Lógligur forseti

- Eg eri lógligi forsetin, og eg krevji, at hesin glnatrileikurin steðgar, segði Mohammed Mursi.

Mursi er ákærdur fyri at hava eggjað til, at fólk vórðu dripin, tá tey mótmæltu forsetanum í fjør.  Frákoyrdi forsetin hevur ikki verið at sæð alment, síðani hann varð tikin 3. juli. BBC sigur, at egyptiska sjónvarpið tekur viðgerðina av rættarmálinum upp, men viðgerðin verður ikki send beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881