Nógv mál í tingið mánadagin

Nógv mál í tingið mánadagin
Tá er seinasti framløgudagur fyri uppskot sum skulu koma í gildi á nýggjárinum
 
31.10.2013 - 09:11

Mánadagin koma nógv uppskot í løgtingið, tí 4.november er tann fyrri av seinastu framløgudøgunum í tingsetuni.

Lógir, sum skulu koma í gildi 1.januar næsta ár, skulu vera lagdar fram í seinasta lagi mánadagin.

Seinni seinasti framløgudagur er fyrst í mars.

Tá skal tingið í seinasta lagi hava tey mál, sum skulu avgreiðast í tingsetuni 2013, sum endar á ólavsøku 2014.

Til ber tó at koma við uppskotum í tingið eftir seinasta framløgudag.

Men tá krevst, at minst 17 tinglimir skriva undir, at tað er í lagi, at málið verður lagt fram.

Løgfrøðingarnir hjá løgtinginum hava úr at gera í hesum døgum við at eftirkanna uppskotini, sum skulu leggjast fram mánadagin.

Tað var eisini orsøkin til, at fundurin hjá Landsstýrismálanevndini í gjár varð útsettur í eina viku.

Nevndin skuldi í gjár orða arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum, sum skal kanna Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismann, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736