- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal finna nýggja staðseting til tjóðleikhúsið
28 ára gamla Elsa Berg er yngsti borgarstjórin nakrantíð í Tórshavnar kommunu. Hon hevði sín fyrsta arbeiðsdag í dag.
Fyrsta almenna uppgávan hennara var tó longu í gjár, nýggjársdag, tá ið hon helt røðu fyri Jónu Hammer, sum fylti 100 ár.
Nýggi borgarstjórin lovar opinleika og gjøgnumskygni í býráðsarbeiðinum.
Síðsta hond verður í løtuni løgd á samgonguskjalið hjá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Borgaralistanum.
Tjóðleikhúsið
Ein av fyrstu uppgávunum, sum Elsa Berg skal taka støðu til, er staðsetingin av Tjóðleikhúsinum. Á seinasta fundi hjá undanfarna býráði 12. desember samtykti býráðið, at kommunan skal finna aðra staðseting enn á Bursatanga.
Elsa Berg atkvøddi ímóti ætlanini, men hon leggur tó dent á, at býráðssamtyktir skulu fylgjast.