Norðmenn vilja hava føroyska botnfiskakvotu

Norðmenn vilja hava føroyska botnfiskakvotu
Teir vilja hava samráðingar um botnfisk, hóast ósemja er um sild og makrel
 
30.10.2013 - 09:35

Norska reiðarafelagið, Fiskebåt, ætlar at tosa við føroyingar um rætt til at fiska tosk og hýsu í føroyskum sjógvi næsta ár. Tað skrivar heimasíðan FishUpdate.com.

Sambært FishUpdate vilja norsku reiðararnir nú samráðast um botnfisk, hóast eingin semja er um makrel og norðhavssild.

Fyri einum mánað síðani mælti norska reiðarafelagið annars frá at samráðast við Føroyar um sáttmála fyri 2014, so leingi semja ikki er um makrel og sild.

Fyri einum mánað síðani vildi Fiskebåt hava toskin og hýsuna, sum føroyingar plagdu at fáa í norskum sjógvi, aftur fyri rættin hjá norskum línuskipum at fiska í føroyskum sjógvi.

Reiðararnir vildu, at skipini, sum plagdu at fiska botnfisk, fyrst og fremst brosmu og longu, í føroyskum sjógvi, fáa toskin og hýsuna, sum føroyingar plagdu at fáa frá Norra í Barentshavinum.

Eingin fiskirættindasáttmáli hevur verið millum Føroyar og Norra í trý ár, tí semja er ikki um makrelin og nú heldur ikki um sildina.

Føroyar hava heldur ongan fiskirættindasáttmála við ES longur.

Landsstýrið hevur í løtuni onga ætlan um at samráðast við Norra og ES um fiskirættindasáttmálar fyri 2014.

Men strandarlondini samráðast framvegis um uppsjóvarfiskin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636