- Tíðindi, mentan og ítróttur
Longri barsilsfarloyvi
Kvinnur fáa rætt til barsilspengar í tríggjar vikur afturat, í 33 vikur innan fyri fyrstu 39 vikurnar eftir at barnið er føtt.
Nú ber til hjá kvinnum at fáa barsilspengar í 30 vikur.
Og menn fáa skjótt rætt til tvær vikur afturat í barsilsfarloyvi, seks vikur í staðin fyri fýra við barsilspengum.
Broytingar í barsilsskipanini eru á veg.
Vinnumálaráðið hevur sent uppskot um broytingarnar í barsilsskipanini til hoyringar.
Foreldur, sum ættleiða børn, hava nú rætt til barsilsfarloyvi samstundis í fýra vikur innan fyri fyrstu 38 vikurnar eftir at tey hava fingið barnið.
Ætlanin er at broyta 38 vikur til 42 vikur.
Sambært Vinnumálaráðnum er endamálið við lógarbroytingunum at betra barsilsskipanina, so foreldur kunnu vera longur heima í barsilsfarloyvi við barsilspengum.
Samstundis fara barsilspengarnir at geva eftirløn.
Eins og hjá øllum øðrum byrjar eftirlønargjaldið við einum prosenti næsta ár og hækkar upp í 15 prosent í 2028.
Men eftirlønin verður ikki løgd aftur at barsilspeninginum, hon fer av teimum, tí annars verður neyðugt at hækka inngjaldið.
Og foreldur, sum fáa tvíburðar ella fleiri ella ov tíðliga fødd børn fáa eisini betri rættindi, sigur Vinnumálaráðið.
Vinnumálaráðið sigur, at tá pápin fær rætt til seks vikur í staðin fyri fýra, fara fleiri pápar at taka barsilsfarloyvi.
Hagtølini siga, at færri og færri pápar í Føroyum fara í barsilsfarloyvi, og nógv færri enn í hinum Norðurlondunum.
Barsilsskipanin hevur seinastu sjey árini havt 9,1 millión krónur í miðal í avlopi um árið.
Ætlanin er ikki at hækka inngjaldið til barsilsskipanina, nú hon skal broytast.