Pensjónsnýskipan á nýggjárinum

bannari
Pensjónsnýskipan á nýggjárinum
Í 2028 skulu øll rinda 15 prosent av lønini til egna eftirløn
 
28.10.2013 - 08:57

Pensjónsnýskipanin kemur í gildi á nýggjárinum. Og Fíggjarmálaráðið leggur nú síðstu hond á stóru broytingina á føroyska pensjónsøkinum.

Fíggjarmálaráðið hevur nú sent broytingar í eftirlønarlógini, tríggjar aðrar lógir og sjey kunngerðir til hoyringar.

Sambært eftirlønarlógini skulu øll í seinasta lagi í 2028 gjalda 15 prosent av lønini til egna eftirløn.

Prosentini hækka eitt stig um árið, í 2014 verður eftirlønin hjá teimum, sum onga eftirløn rinda nú, eitt prosent.

Arbeiðsgevarar skulu síggja til, at eftirlønargjaldið verður flutt saman við lønini.

TAKS kann vísa aftur løn, sum ikki er í samsvari við eftirlønarlógina.

Tað er, at fólk fáa ikki lønina, um kravda eftirlønin ikki er við, tá lønin skal flytast.

Eisini tey, sum hava B-inntøku og ikki vanliga lønarinntøku, skulu rinda til egna eftirløn.

Eitt minstamark er fyri inntøkum, sum eftirløn verður kravd av.

Orsøkin er umsitingarkostnaðurin, sum verður størri enn eftirlønargjaldið, tá tey 40 prosentini í eftirlønarskatti eru farin burturav.

Minstamarkið fyrsta árið, 2014, er 3.000 kr. Men markið lækkar hvørt ár, so hvørt sum eftirlønargjaldið hækkar.

Minstamarkið endar á 200 kr. í 2028. Hoyringarfreistin, nú fýra lógir og sjey kunngerðir eru sendar til hoyringar, er til hálvan november.

Og síðani skal berast skjótt at, tí eftirlønarlógin kemur í gildi 1.januar 2014. Tað samtykti løgtingið í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878