- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítið av botnfiski
Lítið av botnfiski
Til 1. oktober í ár minkaði veiðan við einum fimtingi, í mun til somu tíð í fjør
28.10.2013 - 08:12
Skipini, sum fiska botnfisk, fáa minni og minni.
Til 1.oktober minkaði veiðan ein fimting samanborið við 2012, og virðið á fiskinum minkaði ein triðing.
Serliga upsin er minkaður nógv í ár.
Men toskurin er kvinkaður nakað uppeftir, tí línuskipini fiskaðu tosk á Flemish Cap.
Meiri hýsa er eisini í ár, men hýsuveiðan hevur verið serstakliga vánalig seinastu árini.
Føroyska botnfiskaveiðan hevur ikki verið so vánalig í 20 ár.
Til 1.oktober í 2005 fiskaðu føroyingar knappliga 82.000 tons av botnfiski, í ár er veiðan 35.500 tons.
Virðið á botnfiskinum er higartil í ár slakar 160 milliónir krónur minni enn í fjør, vísa tøl, sum Hagstovan hevur kunngjørt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV