Vinnuvitan kemur út í november

Vinnuvitan kemur út í november
Árni Gregersen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting er blaðstjóri á Vinnuvitan
 
24.10.2013 - 15:24

Tíðarritið Vinnuvitan kemur framvegis út, hóast Dimmalætting er farin á húsagang.

Árni Gregersen, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting, er blaðstjóri á Vinnuvitan, og hann váttar, at næste eintak av tíðarritinum kemur út í november.

Dimmalætting átti Vinnuvitan til 1. januar 2011, tá partafelagið Vinnuvitan keypti og yvirtók raksturin av tíðarritinum.

Hóast at tíðarritið Vinnuvitan seinastu tvey árini ikki hevur verið partur av partafelagnum Dimmalætting, eru tað tíðindafólk á Dimmalætting, sum hava skrivað greinarnar til Vinnuvitan.

Árni Gregersen sigur, at nøkur starvsfólk frá Dimmalætting enn skriva fyri tíðarritið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636