- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvík ment vinarbýarsamstarv
Klaksvíkar kommuna hevur fyrrapartin endurnýggja vinarbýaravtaluna við Kópavág, Odense, Tróndheim, Norrkøping og Tammerfors.
Klaksvíkar kommuna hevur verið virkin í norðurlendska samstarvinum Nordisk Platform, sum er vinabýaravtala frá 1995 millum hesar býirnar.
Nýggja avtalan heldur fast við lutirnar úr gomlu avtaluni so sum mentan, vinnulív, skúla og annað, men fevnir nú eisini um vælferðarsamfelagið, umhvørvi, íverksetan og jobwatching, sum er at vitja og starvast hjá hvør øðrum.
Í avtaluni er staðfest, at hetta eru vinabýir sum eru vitanardeplar hjá hvør øðrum, og ikki kappingarneytar.
Borgarstjórin Jógvan Skorheim skrivaði undir avtaluna fyriKlaksvíkar kommunu á samkomu í Norrkøping í dag.