Útflutningurin veksur og innflutningurin minkar

Útflutningurin veksur og innflutningurin minkar
Útflutningurin av alfiski er nú tvær ferðir so stórur sum útflutningurin av botnfiski
Útflutningurin av alifiski er nú tvær ferðir størri enn útflutningurin av botnfiski
 
21.10.2013 - 10:21

Innflutningurin minkaði, men útflutningurin vaks fyrstu átta mánaðirnar í ár, vísa tøl frá Hagstovuni.

Tá skip og flogfør eru íroknað, minkaði innflutningurin 511 milliónir samanborið við somu tíð í fjør, t.e. 11 prosent.

Innflutt varð fyri 4,3 milliardir krónur samanborið við 4,8 milliardir í fjør.

Í fjør innfluttu vit skip og flogfør fyri, 1,3 milliardir krónur, men higartil í ár hevur hesin innflutningurin verið 810 milliónir kr.

Innflutningurin av brennievni eru minkaður 15 milliónir í ár niður í 870 milliónir, men innflutningurin til beinleiðis nýtslu er vaksin 34 millónir, upp í 775 milliónir kr.

Útflutningurin fyrstu átta mánaðirnar er vaksin 349 millónir kr., t.e. 10 prosent, samanborið við í fjør.

Hann var tilsamans 3,7 milliardir krónur frá januar til august.

Útflutningurin av alifiski vaks 478 milliónir kr upp í 1,6 milliardir kr.

Útflutningurin av botnfiski minkaði 60 milliónir kr., niður í 867 milliónir, og útflutningurin av uppsjóvarfiski minkaði 107 milliónir, niður í 620 milliónir krónur.

Tilsamans útfluttu vit 233.700 tons av fiski og fiskavørum fyrstu átta mánaðirnar í ár, og tað eru 1.630 tons fleiri enn somu tíð í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944