Thor fegnast um MSC góðkenning

Thor fegnast um MSC góðkenning
- Umframt at kunna bjóða eina góða vøru, sum er seintvaksandi vill skel úr køldum sjógvi, er tað eisini gott at kunna skjalprógva fyri kundum og heiminum, at talan er um burðardyggan fiskiskap, sigur felagið í tíðindaskrivi.
 
21.10.2013 - 15:09

Skeljafiskiskapurin hjá felagnum O. C. Joensen á Oyri hevur nú fingið viðurkendu MSC-góðkenningina.

Fiskiskapurin eftir jákupsskel undir Føroyum er MSC-góðkendur fram til september 2018.

Tað merkir, at fiskiskapurin er altjóða viðurkendur sum burðardyggur, bæði viðvíkjandi sjálvum skeljastovninum, men eisini viðvíkjandi umhvørvinum og umsitingini av fiskiskapinum.

Tað er Pf. Thor í Hósvík, sum eigur Skeljavirkið og skipið Norðheim, sum dreggjar eftir Jákupsskel.

Hjá Thor fegnast tey um góðkenningina. - Umframt at kunna bjóða eina góða vøru, sum er ein seintvaksandi vill skel úr køldum sjógvi, er tað eisini gott at kunna skjalprógva yvir fyri kundum og umheiminum, at talan er um ein burðardyggan fiskiskap, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Íslendska góðkenningarfyritøkan hevur staðið fyri góðkenningini vegna MSC, sum stendur fyri Marine Stewardship Council.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944