Skeljafiskiskapurin hjá O.C.Joensen MSC góðkendur

Skeljafiskiskapurin hjá O.C.Joensen MSC góðkendur
Íslendska fyritøkan, Vottunarstofan Tún ehf. hevur arbeitt í 14 mánaðir fyri at fáa MSC góðkenningina
 
21.10.2013 - 11:34

O.C.Joensen á oyri, sum í nógv ár hevur rikið fiskiskap eftir Jákupsskel, hevur nú fingið fiskiskapin MSC góðkendan.

Tað upplýsir íslendska felagið: Vottunarstofan Tún ehf., sum í 14 mánaðir hevur arbeitt við at fáa skeljafiskiskapin góðkendan.

Góðkenningin hevur við sær, at royndin eftir skeljum er burðardyggur, og O.C. Joensen kann nýta merkið hjá MSC, tá vøran verður seld.

Umboðsmaðurin hjá MSC í Íslandi og Føroyum, Gisli Gislason, fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa skeljafiskiskapin góðkendan.

Skeljarnar verða seldar á europeiska marknaðinum, serliga í Hollandi og Fraklandi.

Eitt skip hevur loyvi at dreggja eftir skeljum.

Í 2010 fiskaði skipið sløk 4.900 tons, og í 2011 sløk 4.700 tons.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946