Nótaskipini royna eftir sild

Nótaskipini royna eftir sild
Illveðrið um vikuskiftið forðaði makrelfiskiskapinum eystanfyri
 
21.10.2013 - 10:50

Illveður um vikuskiftið forðaði nótaskipunum í at royna eftir makreli eystan fyri Sandoyarbanka og Nólsoyarbanka, har sum tey fingu nógvan, stóran og góðan makrel í síðstu viku.

Skipini fóru tí norðureftir at royna eftir sild.

Makrelkvotan fyri 2013 er við at vera uppi nú.

Bara nótaskipini, sum hava eginkvotur, hava eitt sindur eftir av makreli.

Í fjør kundu skipini fiska upp í tíggju prosent meira enn eginkvotan hjá teimum var.

Tað, sum so varð ov nógv fiskað í fjør, skuldi takast av eginkvotuni í ár.

Hesin møguleikin er ikki við í kunngerðini, sum er galdandi fyri 2013.

Í fjør varð makrelkvotan ikki fiskað. 30.000 tons lupu av.

Tey vórðu løgd aftur at kvotuni í ár, sum tí gjørdist næstan 144.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946