- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndirnar ummæla fíggjarlógina
Nevndirnar ummæla fíggjarlógina
Landsfelag Pensjónista og landsstýriskvinnan í almannamálum hava fingið fundarboð Trivnaðarnevndini í dag
21.10.2013 - 07:16
Í hesari vikuni fara nevndirnar hjá løgtinginum at ummæla uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2014. Sambært tingskipanini sendir Fíggjarnevndin hinum nevndunum tey økini í fíggjarlógini, sum nevndin varðar av, til ummælis, áðrenn ein vika er liðin frá tí, at Fíggjarnevndin fekk fíggjarlógina eftir fyrstu viðgerð í tinginum. Nevndirnar hava síðani 14 dagar at svara Fíggjarnevndini.
Mentanarnevndin og Trivnaðarnevndin hava fund í dag og hinar nevndirnar seinni í vikuni. Trivnaðarnevndin hevur givið Landsfelag Pensjónista og landsstýriskvinnuni í almannamálum fundarboð til fundin í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV