Ikki størri makrelkvotu í ár

Ikki størri makrelkvotu í ár
Nótaskipini fáa nógvan, stóran og góðan makrel á nýggjum leiðum undir Føroyum, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, heldur ikki, at hetta er rætta løtan at hækka kvotuna
 
18.10.2013 - 14:34

Tað er ikki skilagott at geva størri kvotur júst nú, tá útlitini fyri semju millum strandarlondini um makrelin eru betri enn nakrantíð. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Nótaskipini fáa nógvan, stóran og góðan makrel eystan fyri Sandoyarbanka og Nólsoyarbanka.

Men trupulleikin hjá skipunum er, at kvoturnar hjá teimum eru um at vera uppi. Jacob Vestergaard er samdur við teir, sum siga, at hetta er spennandi fiskiskapur, og tað hevði verið gott at kunnað hildið fram fyri at vita, hvussu langt út á árið ber til at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Men nú eru útlit fyri, at ein semja um makrelin nærkast.

Ikki provokera

Tí er hetta ikki rætta løtan at provokera hini londini við at hækka føroysku kvotuna í ár, sigur landsstýrismaðurin. Hann útilokar tó ikki møguleikan fyri, at eitt ella tvey skip kunnu gera onkrar royndir eftir makreli á leiðini, har sum nótaskipini royna nú. Strandarlondini fara at samráðast um makrelin mikudagin.

Fiskifrøðingar halda, at tað er ráðiligt at fiska nógv meira, 64 prosent meira makrel næsta ár enn í ár. Og størri nøgdir gera samráðingarnar eitt sindur lættari, sigur Jacob Vestergaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Leygardag 4. januar
Plátupanelið #025 (1990)
185873
Leygardag 4. januar
Jambalaja - 040125
185865
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736