- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður kærdur til landsstýrismálanevndina
Landsstýrismálanevndin hevur nú fingið eina kæru frá Høgna Hoydal, tingmanni, um embætisførsluna hjá løgmanni í tunnilsmálinum. Høgni Hoydal vil hava landsstýrismálanevndina um at viðgera málið og møguliga seta ein kanningarstjóra.
Kanningarstjóri
Hann vil hava nevndina ella kanningarstjóran at finna fram til, um embætisførslan og fyrisitingin hjá løgmanni er útint á lógligan hátt í tunnilsmálinum. Bæði tá tað snýr seg um avtalu, lógaruppskot, tingviðgerð og upplýsingar í málinum. Eisini vil tingmaðurin hava níggju ítøkiligar spurningar svaraðar.
Millum annað spyr Høgni Hoydal
- um nøktandi heimild var at samráðast um eina privata tunnilsætlan,
- um tagt varð við upplýsingum av stórum týdningi, tá lógaruppskotið um Eysturoyartunnilin varð lagt fyri tingið
- um heimild er at nokta alment innlit í sáttmálauppskotið til tunnilssáttmálan,
- og um løgmaður hevur givið misvísandi upplýsingar ella tagt við upplýsingum, sum vóru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
Fund 24. oktober
Landsstýrismálanevndin hevur fund aftur hósdagin 24. oktober. Tá fer nevndin at taka støðu til, um hon skal viðgera kæruna hjá formanninum í Tjóðveldi. Nevndin skal eisini taka støðu til eina kæru frá einum borgara, sum hevur kært um vantandi innlit í tunnilssáttmálan.